Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi 10. desember vóru hesi mál fyri:

Upprit um eigaraviðurskiftini í Atlantsflog
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Upprit um undirtøku fyri at fráboða ES ynski um samráðingar um framhaldandi granskingarsamstarv
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)

Upprit um at gera uppskot til lóg, ið gevur heimild at gera langtíðar avtalu við privatan veitara at fáa til vega nýtt havrannsóknarskip
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Upprit um at broyta løgtingslóg um landsjørð
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Upprit um uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni