Landsstýrisfundir


06-05-2014 | Landsstýrisfundur mánadagin 5. mai 2014

Á landsstýrisfundi vóru hesi mál fyri:

Upprit um at dagføra “lov om finansiel virksomhed” fyri Føroyar
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit viðvíkjandi gildissetan til autorisatiónslógina
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)

Upprit um at geva Løgtinginum høvi at umrøða nýggjan public service-sáttmála, Public service-sáttmálin
(Landsstýrismaðurin í mentamálum)

Upprit og uppskot til kunngerð um frítøku fyri meirvirðisgjald av vørum, ið verða útfluttar sum ferðagóðs
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Upprit og uppskot til kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir gullaksi á føroysku landleiðunum í 2014
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Upplýsingar um omanfyri nevndu mál fáast frá avvarðandi landsstýrismanni ella løgmanni