Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í dag vóru m.a. hesi evni fyri:

Løgmansfundir
(Løgmaður)

Kaj Leo Johannesen løgmaður sigur: ”Eg fari í næstum at hava ráðleggingarfundir, sonevndar løgmansfundir, við hvørt landsstýrisfólk sær, har vit í felag viðgera støðuna og leggja ætlanir á einstøku málsøkjunum. Ætlanirnar verða gjørdar við støði í teimum átøkum, sum hava bráðfeingis tørv, samgonguskjalinum og Visjón 2015.
Endamálið er at tryggja, at yvirskipaði politikkurin hjá landsstýrinum og samgonguni hongur saman, og at úrslitini ásett í samgonguskjalinum verða rokkin.”

Kunngerð um at seta í gildi starvsskipan fyri Grannskoðanareftirlitið
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Kunngerð um trygd og ábyrgdartrygging fyri løggildar og skrásettar grannskoðarar
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Kunngerð um gjøld fyri eftirlit v.m. hjá Arbeiðseftirlitinum
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Kunngerð um Dissiplinernevnd fyri løggildar og skrásettar grannskoðarar
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki