Landsstýrisfundir


Á landsstýrisfundi í gjár vóru m.a. hesi evni fyri:

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
(Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing
(Landsstýrismaðurin í vinnumálum)

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Løgtingslóg um broyting í dagpeningalógini
(Landsstýriskvinnan í almannamálum)

Løgtingslóg um broyting í Lov for Færøerne on haugers styrelse og drift m.m.
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Kunngerð um avreiðing av livur og treytir fyri tillutan av eyka fiskidøgum
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Kunngerð um fiskiskap eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landsleiðunum (garnakunngerðin)
(Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum)

Kunngerð um broyting í kunngerð um visitasjónsnevnd í sjúkrahúsverkinum
(Landsstýrismaðurin í heilsumálum)


Upplýsingar um omanfyri nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrisfólki.