Keypa av fastogn / Real Property

Løgtingslóg nr. 158 frá 10. desember 2021 ásetur treytirnar fyri, hvør ið kann keypa fastogn í Føroyum.

Lógin ásetur yvirskipað, at føroyingar kunnu keypa fastogn uttan loyvi frá landsstýrinum. Tað sama er galdandi fyri ríkisborgarar, sum hava búð í ríkinum í samanlagt 5 ár. Føroysk feløg kunnu á sama hátt keypa fastogn í Føroyum uttan loyvi frá landsstýrinum. Eitt felag er í hesum sambandi føroyskt, tá tað hevur høvuðssæti í Føroyum.

Aðrir persónar og feløg enn omannevndu kunnu bara keypa fastogn í Føroyum við loyvi frá landsstýrinum. Umsókn kann latast lógartænastuni á umsóknarblaði, sum er at finna niðanfyri.

Les nærri um treytirnar í leiðbeiningini til løgtingslógina, sum eisini er at finna niðanfyri:

Umsóknarbløð / Application Forms

Application for permission for a company to acquire real property in the Faroe Islands

Application for permission for a person to acquire real property in the Faroe Islands

Leiðbeining / Guidance Document

Leiðbeining um løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum

Leiðbeiningin greiðir nærri frá ásetingum í løgtingslóg um at keypa fastogn í Føroyum. Leiðbeiningin er ætlað sum vegleiðing til persónar, feløg, almennar myndugleikar, herímillum kommunalar myndugleikar, í sambandi við keyp og sølu av fastogn í Føroyum. Leiðbeiningin er harafturat ætlað sum vegleiðing til húsameklarar, advokatar og peningastovnar, sum veita ráðgeving, tænastur og fígging í sambandi við keyp og sølu av fastogn í Føroyum.