Uppgávur og ritgerðir

At skriva uppgávur um føroyska samfelagið er ein góður møguleiki at fáa kunnleika um føroysk viðurskifti og at skapa sambond í Føroyum. Harumframt er fyrimunurin, at tú kanst vera við til at skapa nýggja vitan og lýsa øki, sum ikki eru greinað í serligan mun.

Um tú hevur áhuga at skriva uppgávu, sum á ein ella annan heitt kunnu tengjast at virkseminum hjá landsfyrisitingini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Løgmansskrivstovuna, sum síðani hjálpir tær víðari at finna rætta viðkomandi í avvarðandi stjónarráðum, sum síðani kunnu veita ráðgeving og hjálp at finna viðkomandi tilfar.

Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Pól R. Wolles, deildarstjóra á Løgmansskrivstovuni, Polrw@tinganes.fo.