Starvslesandi í føroysku sendistovunum

Starvslesandi í Evropasamveldinum, London, Keypamannahavn, Reykjavík ella Moskva (Stagiaire)
Løgmansskrivstovan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi í sendistovum Føroya í Evropasamveldinum, London, Keypmannahavn, Reykjavík og Moskva.

Uppgávur
Tann starvslesandi fær eina høvuðsuppgávu at loysa, sum er tengd at fakligari bakgrund hjá viðkomandi og tørvi hjá sendistovuni. Dømi um eina tílíka uppgávu er at skriva tilfar til heimasíðuna hjá okkum, skriva frágreiðing um ein altjóðafelagskap, skriva lýsing av eini vinnugrein ella líknandi. Harafturat skal tann starvslesandi svara fyrispurningur og leita eftir upplýsingum.

Førleikakrøv
Tann starvslesandi eigur at vera lesandi við hægri háskúla, og er tað ein fyrimunur at hava lokið grundútbúgving á bachelor-stigi. Starvslesturin kann, um tín útbúgvingarstovnur góðtekur tað, eisini gerast partur av útbúgving tíni.

Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Umsøkjarar eiga harumframt at vera stinnir í føroyskum og enskum máli.

Starvsstaðið
Starvsstaðið í London er á sendistovu Føroya í Bretlandi, 55 Sloane Street, London SW1X 9SR. Í Brússel er tað á sendistovu Føroya í Evropasamveldinum, Rue d’Arlon 69, B-1040 Brussels. Í Keypmannahavn er tað á sendistovu Føroya í Keypmannahavn, Norðurbryggjan, Strandgade 91, 4. sal, DK-1401 København K. Í Íslandi er tað á sendistovu Føroya í Reykjavík, Túngata 14, 3. hædd, IS-101 Reykjavík. Í Russlandi er tað á sendistovu Føroya í Moskva, 9 Prechistensky Pereulok, 119034 Moscow. Sendistovurnar eru skipanarliga partur av Uttanríkis - og mentaamálaráðnum.

Setanartreytir
Størvini eru skipað eftir teim reglum, ið eru galdandi fyri starvslesandi á staðnum og eru ólønt; men viðbót verður latin eftir nøktandi uppihald. Møguleiki er at søkja um ferðastuðul frá Stuðulsstovninum. Stuðul verður veittur til bústaðarútreiðslur.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Løgmansskrivstovuna.

Umsóknir
Umsóknir, prógv, c.v. og viðmæli verða at senda

Løgmansskrivstovan
Tinganes
110 Tórshavn
info@tinganes.fo
www.tinganes.fo

Umsóknarfreistir eru miðskeiðis í september og mars fyri ávikavist  fyrra og seinna hálvár. Starvstíðin kann lagast eftir tørvinum hjá tí lesandi.