Starvslesandi
Starvslesandi í landsfyrisitingini ella á einum av føroysku sendistovunu
Løgmansskrivstovan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi í landsfyrisitingini.
Vit hava seinastu árini broytt umsóknarfreistirnar nakað, so tað hevur týdning, at umsøkjarar fylgja væl við. Í løtuni eru umsóknarfreistirnar í februar fyri tey, ið vilja verða starvslesandi seinna hálvár, og um miðjan september fyri fyrra hálvár.
Trýst her hevur tú hug at fáa nærri at vita um at gerast starvlesandi í landsfyrisitingini
Løgmansskrivstovan samskipar
Løgmansskrivstovan samskipar umsóknir frá lesandi, sum vilja verða starvslesandi (stagiare) á sendistovum Føroya í London, Brússel, Keypmannahavn, Reykjavík, Moskva, Beijing og Tel Aviv.
Vit hava seinastu árini broytt umsóknarfreistirnar nakað, so tað hevur týdning, at umsøkjarar fylgja væl við. Í løtuni eru umsóknarfreistirnar 1. mars fyri tey, ið vilja verða starvslesandi seinna hálvár, og um miðjan september fyri fyrra hálvár.