Starvsfólkaumbýti í landsfyrisitingini

Stjóraráðið hevur tikið stig til eina skipan fyri starvsfólkumbýti, tí vit ynskja at styrkja landsfyrisitingina, betra samstarvið og stimbra vitanardeiling millum ráð.

Skipanin verður sett í verk frá 1. juni 2014 at rokna.

Stjóraráðið vónar, at tú tekur væl í móti hesum tilboði, og at tú hevur dirvið og hug at royna nýggjar leiðir á kendum gøtum.

Við hesum royna vit at stuðla undir eina avriksmentan, menna førleikar og skapa dynamisk og enn betri arbeiðspláss í landsfyrisitingini.

Vegna stjóraráðið,

Marjun Hanusardóttir

 

Skjótt og einfalt

Tað er einfalt og skjótt at taka stig til eitt umbýti.

Umhugsar tú møguleikan, og tørvar tær meira kunning, mæla vit fyrst til, at tú lesur tøku kunningina.

Eru ivamál, ber til at tosa við Leiv Langgaard á Løgmansskrivstovuni.

Leivur umsitur skipanina og er tøkur at svara møguligum ivamálum.

Til ber eisini at tosa við viðkomandi kontaktpersón á tínum arbeiðsplássi.

Hevur tú avgjørt at royna eitt umbýti, boðar tú tínum stjóra ella aðalstjóra frá hesum.

Eftir hetta sendir tú ein teldupost til starv@tinganes.fo

Umsóknin

  • Tú kanst senda umsókn til starv@tinganes.fo alt árið.
  • Viðgerðin fer fram tvær ferðir árliga: 1. mai og 1. november.
  • Er tað viðkomandi, kanst tú viðhefta lívsrensl (C.V) ella onnur skjøl.
  • Starvstíðin kann vera úr tveimum mánaðum og upp í eitt ár.
  • Hevur tú fleiri ynski, ber til at raðfesta hesi.

Viðgerðin

  • Viðgerðartíðin er í mesta lagi 4 vikur, og starvsfólk fær hóskandi kunning undir viðgerðini.
  • Roynt verður at fáa flest møgulig ynski eftirlíkaði.
  • Skrivlig váttan um starvsfólkaumbýtið verður send.
  • Síðani verður mælt til at skipa eina samrøðu millum teg, verandi og komandi deildarstjóra.

Avtala og karmar

  • Ein skrivlig avtala verður gjørd, ið ásetir treytir fyri starvstíð, tryggjar starvslýsing og eina ætlan fyri innleiðslu og førleikamenning.
  • Tú varðveitir verandi løn og upprunaligu setanartreytirnar.
  • Er annað ikki avtalað tykkara millum, fert tú aftur í verandi starv eftir umbýtið.
  • Umsitingin í avvarandi ráði tryggjar neyðugar arbeiðsumstøður, og at tú kemur væl inn í nýggja starvi.
  • Eftir lokið umbýti, verður ein eftirmeting gjørd á fundi millum teg og avvarandi deildarleiðarar. Aðalstjóri og møguligt HR-umboð kann taka lut í eftirmetingini.

Kunning og samskifti

Faldarin um starvsfólkaumbýtið kann lesast her