Heimsmálini hjá ST

Frá 2015 til 2030

Aðalfundarsamtykt Sameindu tjóða “Transforming the world: the 2030 Agenda for Sustainable Development” frá 2015 heitir á heimsins tjóðir um at virka fyri at fremja 17 burðardygg menningarmál. Málini eru sett fyri tíðarskeiðið 2015 til 2030, og skulu seta eina greiða kós fram ímóti burðardyggari menning til gagns fyri bæði menniskju og náttúru.

Endamálið er, at hvørt landið tekur útgangsstøði í egnum veruleikum og við egnum raðfestingum virkar fyri at fremja málini.

Landsstýrið tekur undir við Heimsmálunum.

Tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning

  1. Mál. Gera enda á fátækadømi í øllum tess líki allastaðni
  2. Mál. Gera enda á hungri, tryggja, at matur er tøkur, bøta um føðsludygd og virka fyri burðardyggum landbúnaði
  3. Mál. Tryggja øllum heilsugott lív og virka fyri trivnaði fyri øll í øllum aldri
  4. Mál. Tryggja øllum inkluderandi og rættvísa dygdargóða útbúgving og virka fyri lívlongum læringarmøguleikum fyri øll
  5. Mál. Fáa í lag javnstøðu millum kynini og máttmenna allar kvinnur og gentur
  6. Mál. Tryggja, at vatn og reinførisviðurskifti eru í lagi og umsitin á burðardyggan hátt
  7. Mál. Tryggja, at øll fáa álítandi, burðardygga og tíðarhóskandi orku, sum øll hava ráð til
  8. Mál. At virka fyri varandi, inkluderandi og burðardyggum búskaparvøkstri, fullum og úrtøkugóðum virksemi og sømiligum arbeiði til øll
  9. Mál. Byggja sterk undirstøðukervi, virka fyri inkluderandi og burðardyggari ídnaðarmenning og eggja til nýhugsan
  10. Mál. Minka ójavnað í londum og ímillum lond
  11. Mál. Gera býir og búsetingar inkluderandi, tryggar, haldgóðar og burðardyggar
  12. Mál. Tryggja burðardygg nýtslu- og framleiðslumynstur
  13. Mál. Sum skjótast seta í verk bráðneyðug átøk at berjast ímóti veðurlagsbroytingum og avleiðingum av teimum.
  14. Mál. Varðveita og á burðardyggan hátt nýta høvini, allan sjógv og sjófeingi til burðardygga menning.
  15. Mál. Verja, endurbøta og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum, á burðardyggan hátt røkja skóg, berjast ímóti oyðimarkarmyndan, steðga og venda landtýningum og lívmargfeldismissi.
  16. Mál. Virka fyri friðsomum og inkluderandi samfeløgum fyri burðardyggari menning. Útvega øllum atgongd til rættartrygd og byggja munagóðar, ábyrgar og inkluderandi stovnar á øllum stigum
  17. Mál. Styrkja amboðini at verkseta og stimbra Heimsfevnandi partalagið fyri burðardyggari menning

Takið niður føroyska plakat við teimum 17 heimsmálunum her.

Til tey 17 yvirskipaðu heimsmálini, eru 169 undirmál.

Tann føroyska týðingin av teimum 169 málunum kann lesast her.

Á vári 2018 var danski professarin, Steen Hildebrandt í Føroyum. Hann er ein av fremstu serfrøðingum í Heimsmálunum fyri burðardyggari menning, so tí varð skipað fyri einum fyrilestri fyri starvsfólkum í landsfyrisitingini.

Framløgan hjá Steen Hildebrandt um heimsmálini í Smæruni kann síggjast niðanfyri.

Slóðir til tilfar um heimsmálini

Heimasíðan hjá Sameindu Tjóðum um Sustainable Development Goals (Heimsmálini) er her. Danskt tilfar hjá ST um heimsmálini er tøkt her.

Upprunaútgávan við teimum 17 heimsmálunum og øllum undirmálunum er tøk her.

Norðurlandaráðharraráðið arbeiðir miðvíst við heimsmálunum undir heitinum Generation 2030. Sí tilfar her.

Verdens Bedste Nyheder er ein óheftur miðil, sum arbeiðir við støði í heimsmálunum hjá ST. Sí her.