Norðurlendsk umbýtisskipan

Kundi tú hugsað tær at funnið nýggjar arbeiðshættir? Ert tú forvitin at vita, hvussu tey arbeiða á tínum øki í hinum Norðurlondunum? Norðurlendska umbýtisskipanin gevur tær ella tínum starvsfólkum møguleikan at vera millum 14 dagar og 6 mánaðir í einum øðrum Norðurlandi, og tá tú kemur heimaftur, kunnu tú, tín stovnur og tínir starvsfelagar fáa gagn av tínum royndum, íblástri og vitan í nýggjum høpi.

Hvat er Norðurlendska umbýtisskipanin?

Norðurlendska ráðharraráðið eggjar til, at vitan og royndir verða gagnnýtt tvørtur um landamørk í Norðurlondum, og játtar tí hvørt ár pening til Norðurlendsku umbýtisskipanina.

Almennir stovnar kunnu lata starvsfólk fara í umbýti í øðrum Norðurlandi. Á henda hátt fær stovnurin innlit í menningarverkætlanir, arbeiðslag, umsiting og lóggávu, og partarnir kunnu vera felags um sínar royndir og knýta virðismikil sambond. Starvsfólkið kann menna sínar førleikar og tí gerast ein týðandi partur av menningini av sínum arbeiðsplássi. Ein slík ferð kann vera millum 14 dagar og 6 mánaðir.

Langtíðaríløga

Leiðarar, sum senda síni starvsfólk í umbýti gera eina langtíðaríløgu í stovnin ella deildina – og tá starvsfólkini koma aftur, hava tey við sær royndir, fakligan førning og eitt gott netverk, sum starvsfelagarnir eisini kunnu fáa gagn av.

Stuðulin

Fyri at gjalda eyka útreiðslurnar hjá starvsfólkinum, sum er uttanlands, verður søkt um stuðul frá Norðurlendska ráðharraráðnum, ið er kr. 14.000,- um mánaðin. Stuðulin er ætlaður at verða brúktur til eyka útreiðslur til bústað, mat o.tíl. Tá støða verður tikin til, um stuðul skal játtast, verður dentur lagdur á, at umsøkjarin hevur ein ávísan starvsaldur í almennari tænastu, og at ferðin er til gagns fyri bæði arbeiðsgevaran og umsøkjaran. Starvsfólki hevur starvsskyldu mótvegis nýggja fyribils arbeiðsgevaranum og eigur at fylgja ásetingum um t.d. arbeiðstíð og tagnarskyldu og fremja tær arbeiðsuppgávur og skyldur, sum verða álagdar. Starvsfólkið fær krav um at gjalda aftur útgoldna stuðulin, um arbeiðsskyldan ikki verður fylgd, stuðulin ikki er nýttur sambært endamálinum, ella um útreiðslurnar longu eru fevndar av aðrari stuðulsskipan.

Løn í umbýtistíðarskeiðinum

Arbeiðsgevarin rindar løn sum vanligt og skal játta starvsfólkinum farloyvi í.s.v. umbýtið. Tíðarskeiðið verður roknað sum vanlig arbeiðstíð í.s.v. starvsaldur, innvinning av feriu o.s.fr.

Umsóknartilgongd

Samrøða millum leiðara og starvsfólk

Tá leiðari og starvsfólk tosa um starvsfólkamenning, kann leiðarin upplýsa starvsfólkunum um Norðurlendsku umbýtisskipanina. Starvsfólk kunnu eisini skjóta hetta upp sum tiltak. Endamálið við umbýtinum eigur at vera greitt millum leiðara og starvsfólk við hóskandi avtalu.

Fyrireiking og byrjan

Starvsfólk, sum skulu í umbýti í øðrum Norðurlandi skulu sjálvi gera avtalur við móttakandi arbeiðsplássið. Væntað verður at arbeiðsgevarin/leiðarin/deildin stuðlar einstaka starvsfólkinum og hjálpir við at fáa samband í lag við viðkomandi arbeiðspláss.

Umsókn

Tá viðurskiftini við nærmasta leiðara eru greið, og umsøkjarin hevur gjørt avtalu við annað arbeiðspláss í Norðurlondum, sendir umsøkjarin umsókn um stuðul. Talgilt umsóknarskjal finst í høgra bredda undir "samband".

Frágreiðing eftir umbýti

Í seinasta lagi 1 mánað eftir heimkomu, eigur starvsfólkið at fylla út frágreiðingarskjal. Umboð fyri Norðurlendsku umbýtisskipanina (Løgmansskrivstovan) sendir starvsfólkinum leinki til talgilda frágreiðingarskjalið. Frágreiðingarskjalið er ein týðandi partur av árligu eftirmetingini hjá Norðurlendska ráðharraráðnum av hesi skipan.

OSS – Ofta settir spurningar
  • Hvør kann søkja um stuðul?
    • Starvsfólk, sum arbeiða í almennum stovni ella ráði. Men minst til, at eitt umbýti fyrst skal avgreiðast við nærmasta leiðara.
  • Kann eg taka familjuna við?
    • Ja. Men stuðulin er ein føst upphædd um mánaðin, og eyka útreiðslur mugu tí gjaldast av umsøkjaranum og familjuni – eisini ferðaútreiðslur.
  • Hvussu leingi kann eg vera burtur?
    • Ferðin skal vera innanfyri eitt kalendaraár og skal í minsta lagi vera í 14 dagar og í mesta lagi 6 mánaðir. Avspáking ella feria kann ikki nýtast í hesum tíðarskeiði, uttan hetta verður upplýst í umsóknini, og stuðulin skerdur samsvarandi hesum.
  • Verða ferðaútreiðslur goldnar?
    • Tað ber til at søkja um at fáa ferðaútreiðslurnar goldnar. Arbeiðsgevarin kann eisini gjalda hetta. Stuðulin verður raðfestur til at stuðla uppihaldið, so um nógvir umsøkjarar eru, kann tað vera, at tað ikki ber til at fáa stuðul til ferðaútreiðslur.
  • Fái eg mína vanligu løn ímeðan eg eri burtur?
    • Ja. Avtalur við arbeiðsgevaran eru framvegis í gildi, tá tú ert í starvsfólkaumbýti.
  • Hvussu fái eg stuðulin útgoldnan?
    • Stuðulin verður vanliga goldin, áðrenn farið verður avstað. Endurgjald fyri ferðaútreiðslur verða vanliga goldið eftir heimkomu.
  • Eg kundi hugsað mær at søkt um stuðul úr Norðurlendsku umbýtisskipanini. Hvat er næsta stigið?
    • Tað fyrsta er, at tú mást fáa í lag avtalu við tín leiðara um, at tú kanst fáa tænastufrí við løn fyri at fara í umbýti í annað Norðurland. Síðani eigur tú at taka avgerð um, hvar tú fært mest gagn av at fara – bæði land og stað (arbeiðspláss). Tú setur teg í samband við tað arbeiðsplássið, sum tú kundi hugsað tær at farið til. Tá tú hevur fingið avtalu við arbeiðsplássið í móttakaralandinum, kanst tú søkja um stuðul. Tú søkir um stuðul í landinum, tú fert frá (í Føroyum umsitur Løgmansskrivstovan hesa skipan). Viðgerðin av umsóknum er vanliga umleið 14 dagar. Leiðari tín og arbeiðsplássið, sum tú fert til, eiga at gera eina sínámillum avtalu.
  • Hvat skal eg hava við í míni umsókn?
    • Umsóknarblaðið er talgilt. Áðrenn tú søkir um stuðul, er neyðugt við eini váttan frá móttakaralandinum. Í umsóknarblaðið skrivar tú ymsar persónligar upplýsingar og samskiftisupplýsingar hjá arbeiðsplássunum.
    • Tú eigur at hava gjørt tær greitt, hvussu leingi tú ætlar at vera burtur, og skriva eitt sindur um tínar ætlanir og møguliga úrtøku av ferðini umframt annað, sum tú heldur vera viðkomandi.
    • At enda upplýsir tú navn og samskiftisupplýsingar hjá tínum nærmasta leiðara.
    • Umsóknarblaðið verður sent talgilt, og eitt avrit verður sent tær. Hetta eigur tú so at skriva út og skriva undir. Leiðari tín skal eisini skriva undir umsóknina.
    • Undirritaða umsóknin skal so sendast við telduposti (skannað eintak, t.d. pdf ella .tif) ella vanligum posti til umboðið í tínum landi (Í Føroyum er hetta Løgmansskrivstovan). Viðgerðin av umsóknum tekur vanliga umleið 14 dagar.
  • Nær er umsóknarfreistin?
    • Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn. Tí er eingin umsóknarfreist. Hvørt landið hevur eina upphædd, sum kann latast til stuðul, og umsóknir verða viðgjørdar, so leingi játtan er tøk.
  • Er nakar listi við arbeiðsplássum, sum eg kann søkja?
    • Tíverri ber tað ikki til at hava slíkan lista, tí fyrisitingar og stovnar broytast frá ári til ár. Vanliga riggar best, um tú setir teg í samband við stovn, sum arbeiðir við málsøki, sum líkist tínum ella við ráðið, sum umsitur hetta málsøki. Tú kanst eisini spyrja teg fyri hjá stovni ella ráði í egnum landi at fáa upplýsingar um, hvar tú eigur at venda tær í grannalondunum.
  • Kunnu tit hjálpa mær at finna ein bústað?
    • Nei. Hetta verður tú noydd/-ur at gera sjálv/-ur. Tú kanst spyrja arbeiðsplássið, har tú fert, um tey hava nøkur góð ráð ella mið. Nógvir umsøkjarar velja at brúka Airbnb ella líknandi skipanir.
  • Hvat mál skal eg tosa?
    • Tað er rættiliga vanligt at samskifta á “skandinaviskum” máli, og vit hava ikki nógv dømi um málsligar trupulleikar. Har tað gerst trupult at skilja hvønn annan, er vanligt at tosa enskt.
  • Hvussu finni eg upplýsingar um samsvarandi stovnar og ráð í øðrum londum?
    • Øll Norðurlondini hava eitt umboð, sum m.a. kann svara spurningum og viðgera umsóknir. Hesir umboð hava eisini samband hvør við annan. Tú kanst seta teg í samband við umboðið fyri títt land, um tú hevur spurningar.

Føroyar: Løgmansskrivstovan

Danmark: Medarbejder- og Kompetencestyrelsen

Grønland: Naalakkersuisut

Ísland: Stjórnarráð Íslands

Noreg: Direktoratet for forvaltning og økonomistyring

Svøríki: Universitets- och högskolerådet

Finland: Opetushallitus / Utbildningsstyrelsen

Áland: Ålands landskapsregering

Samband

Norðurlendska umbýtisskipanin verður umsitin av Norðurlendska ráðharraráðnum. Um tú hevur spurningar um skipanina, kanst tú seta teg í samband við okkum:

Elisabeth Reinert Djurhuus

Teldupost: elisabeth@tinganes.fo

Telefon (Løgmansskrivstovan): +298 306000

Upplýsingar fáast eisini við at fara á heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni www.lms.fo og hyggja undir snarslóðir ella www.norden.org/da Nordisk Ministerråd, Samarbejdsministrene (MR-SAM), Nordisk Tjenestemandsudveksling (TJUT)

Til ber at søkja um Norðurlendskt umbýti í 2023 her

Eftirmetingarskjalið til Norðurlendskt umbýti í 2022 sæst her