Um landsstýrisfundir

Landsstýrisfundirnir eru kjarnin í landsstýrisarbeiðinum.

Sambært stýrisskipan Føroya § 33, stk. 2 samskipar løgmaður starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar, har m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir og ríkislógartilmæli o.a. verða løgd fram, áðrenn tey verða løgd fyri Løgtingið.

Landsstýrisfundir eru sostatt ásettir í stýrisskipanini og eru týdningarmesta amboðið at fáa heild og samanhang í politikkin og ikki minst til tess at tryggja samljóð í landsstýrinum.

Løgmaður skipar landsstýrisfundirnar

Endamálið við regluligum landsstýrisfundum er, at løgmaður samskipar politikk landsstýrisins og tryggjar landsstýrinum hóskandi kunning og møguleika at umrøða og viðgera týðandi viðurskifti og mál, ið skulu fara fram á ymsu málsøkjunum.

Løgmaður skipar landsstýrisfundirnar. Er løgmaður burturstaddur ella av øðrum orsøkum hevur forfall, skipar varaløgmaður fyri fundunum. Umframt landsstýrismenninar eru løgmansstjórin og/ella annað starvsfólk á Løgmansskrivstovuni á fundunum.

Tá ið árliga fíggjarlógaruppskotið er fyri á landsstýrisfundi, er aðalstjórin í Fíggjarmálaráðnum og/ella annar í hansara stað eisini til staðar undir viðgerðini av málinum.

Í serligum førum kann landsstýrismaður, eftir avtalu við løgmann, hava embætisfólk ella onnur við á fundin.

Tá ið løgtingsmál er klárt at leggja fyri Løgtingið, tekur Løgmansskrivstovan stig til formligan landsstýrisfund samsvarandi stýrisskipan Føroya § 33, stk. 2.

Mál

Á landsstýrisfundi eiga mál sum hesi at verða løgd fyri:

• Uppskot til lógir og samtyktir at leggja fyri Løgtingið

• Fíggjarlógaruppskot, eykafíggjarlóg, eykajáttanarlógir og fíggjarnevndarskjøl

• Tvørgangandi rundskriv

• Frásagnir at leggja fyri Løgtingið um týdningarmikil viðurskifti og evni, t.d. frágreiðingar um vinnupolitikk, búskaparpolitikk,   almannapolitikk, fiskivinnupolitikk o.t.

• Løgmansfrágreiðing og løglisti

• Mál til aðalorðaskifti

• Størri politiskar ætlanir, tiltøk ella fundir, ið hava víðfevnandi ella altjóðalig eyðkenni

• Mál, ið gerast áleikandi, tí tey t.d. við eitt fáa politiskan týdning og/ella verða viðgjørd í fjølmiðlunum, og sum landsstýrið má hava eina felags støðu til

• Setan av almennum stjórum

• SStørri bygnaðarbroytingar, heruppií at stovna, niðurleggja ella flyta stovnar

Serligir landsstýrisbólkar

Í serliga torførum politiskum málum kann bólkur av landsstýrismonnum, til dømis ein frá hvørjum samgonguflokki, verða settur at greiða mál til tess at lætta um viðgerðina á landsstýrisfundi. Tá skal embætisfólk helst vera til staðar fyri m.a. at staðfesta niðurstøður frá fundunum.

 

Meira um landsstýrisfundir her 

Leistur til upprit til landsstýrisfund er tøkur her