Lógargrundarlag

Heimastýrislógin

Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya

Løgtingslóg um ábyrgd landsstýrismanna

Tingskipan Føroya løgtings

 

Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya frá 26. juli 1994 ásetir, hvussu stýrisskipanarligu viðurskiftini eru í Føroyum. Niðanfyri verður gingið ígjøgnum innihaldið í stýrisskipanarlógini.

Løgmaður
Løgmaður er stjórnarovasti, hann hevur evsta, útinnandi valdið á yvirtiknum málsøkjum. Løgmaður hevur ábyrgd av at samskipa landsstýrisarbeiðið (§ 33), hann tilnevnir landsstýrismenn (§ 27) og kann loysa teir úr embætinum (§ 29). Løgmaður hevur eftirlit við, at landsstýrismenn umsita øki síni á lógligan og fullgóðan hátt (§ 33). Løgmaður staðfestir løgtingssamtyktir (§ 26) og skal í hesum sambandi hava eftirlit við, at samtyktirnar eru í samsvari við hægri lógarstig og millumtjóða sáttmálar. Løgmaður skal skriva út val, áðrenn valskeiðið er runnið, og kann eisini skriva út val í úrtíð (§ 6).

Velja løgmann
Eftir skipanini um parlamentarismu er tað tingið, ið velur løgmann (§ 28) og loysir hann úr starvi (§ 30). Fyrr vóru tað flokkarnir eftir stødd, ið boðaðu til samgongusamráðingar, nú er tað tingformaðurin, ið kannar undirtøkuna. Føroyar hava negativa parlamentarismu, tað er at løgmaður er valdur og verður sitandi, um hann ikki hevur ein meiriluta ímóti sær í løgtinginum. Løgmaður ger av, hvør landsstýrismaður er varaløgmaður (§36).

Útinnandi valdið
Landsstýrið er stjórnin og hevur útinnandi myndugleikan í yvirtiknum málum. Einki stórvegis stendur í stýrisskipanarlógini um landsstýrið sum stovn. Formliga er støðan tann, at stjórnarvaldið verður framt gjøgnum landsstýrismenn, sum rættarliga hava ábyrgd av málsøkjum sínum (§ 37), og politiskt tryggja sær undirtøku fyri ætlanum sínum á politiskum landsstýrisfundum. Fyrr var tað løgtingið, ið valdi landsstýrismenninar, nú skal løgmaður seta minst tveir landsstýrismenn (§ 27) og loysa teir úr starvi (§ 29). Eru løgmaður og landsstýrismenn tinglimir, skulu teir úr løgtinginum, meðan teir sita í landsstýrinum (§ 32).

Misálit
Løgtingið kann seta fram misálitisváttan til einstakan landsstýrismann, løgmann ella alt landsstýrið. Fær løgmaður misálitisváttan, kann hann skriva út nýval upp í eina viku eftir tað, at hann hevur fingið misálitið. Løgmaður kann av sínum eintingum seta landsstýrismann frá og skal gera tað, hevur løgtingið samtykt misálit á landsstýrismann (§§ 29-31).

Løgmaður skrivar út val
Løgmaður skal skriva út val, áðrenn valskeiðið er runnið. Men hann kann eisini skriva út val í úrtíð (§ 6).

Landsstýrismannaábyrgd
Stýrisskipanarlógin staðfestir, at landsstýrismenn og løgmaður hava rættarliga ábyrgd av sínum málsøkjum (§ 37).

Lógin um ábyrgd landsstýrismanna staðfestir, at løgmaður og landsstýrismenn hava ábyrgdina av at fyrisita tey málsøki, sum eru løgd til teirra (§ 33; § 37).

Vísir løgmaður ella landsstýrismaður grovt ósketni ella tilætlað skúgvar sínar skyldur til viks, kann hann verða revsaður. Tað sama er galdandi, um hann gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar ella tigur við upplýsingum, sum eru týdningarmiklar fyri tingsins meting um málið.

Landsstýrisfundir og samskipan
Tað er uppgáva løgmans at samskipa útinnandi valdið og at hava eftirlit við, at landsstýrismenn umsita síni málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Løgmaður skal regluliga boða landsstýrismonnum til landsstýrisfundar. Øll uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir skulu verða løgd fyri á formligum landsstýrisfundi, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið (§ 33).

Talurætt á løgtingi
Løgmaður og landsstýrismenn hava talurætt og rætt at seta fram uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og aðrar samtyktir á løgtingi, men ikki atkvøðurætt (§§ 14 og 15). Løgmaður hevur heimild at biðja tingformannin um tingfund, men hetta skal verða gjørt skrivliga við dagsskrá (§ 13).

Løgmaður staðfestir
Í yvirtiknum málum er lóggávuvaldið hjá løgtinginum og landsstýrinum í felag (§ 1). Løgmaður skal staðfesta og kunngera samtyktir løgtingsins innan 30 dagar fyri tað, at tær kunnu fáa lógargildi.

Uttanlandsmál
Uttanlandsmál eru býtt millum løgtingið og landsstyrið. Løgmaður umboðar Føroyar í útlondum, stjórnar og samskipar uttanríkis og verjupolitiska valdið. Týðandi avgerðir og millumtjóðasáttmálar skulu tó verða løgd fyri uttanlandsnevndina, eins og teir sáttmálar, sum eru týdningarmiklir ella krevja, at løgtingið er uppi í, fyri at teir verða útintir. Verður ein slík avtala løgd fyri løgtingið, áliggur tað landsstýrinum at boða frá, hvørjar løgtingslógir og ríkislógartilmæli eru neyðug, fyri at sáttmálin kann verða útintur (§§ 52-55). Sama mannagongd er galdandi viðvíkjandi samstarvinum við Danmark (§ 51).

Fíggjarlógin
Landsstýrið skal hvørt ár innan 1. oktober leggja uppskot um løgtingsfíggjarlóg fyri næsta álmannakkaár (§ 43).

Frágreiðing løgmans á ólavsøku
Á ólavsøkutingfundinum heldur løgmaður røðu um støðu landsins og tær ætlanir, sum landsstýrið fer at fremja í næstu tingsetu. Løgtingið umrøður og tekur so støðu til frágreiðing løgmans (§ 12).

Felagsmál
Eftir avgerð heimastýrisins verða mál yvirtikin sambært løgtingslóg (§ 46).

Áheitan á ríkismyndugleikarnar um at seta í gildi ríkislóg fyri Føroyar ella kongliga fyriskipan, sum setir ríkislóg í gildi fyri Føroyar, krevur ríkislógartilmæli (§ 47).

Uppskot til kongliga fyriskipan, sum ikki setir ríkislóg í gildi í Føroyum, umrøður landsstýrið. Sama mannagongd er galdandi, tá ið ráðharri ríkisins sendir kunngerð til heimastýrið við atliti at gildisseting í Føroyum (§ 49).

Ríkislógartilmæli skal, eins og aðrar løgtingssamtyktir, løgmaður staðfesta innan 30 dagar, og harumframt verða sent ríkismyndugleikunum (§ 48).

Almennar reglur viðvíkjandi heimild, sum heimastýrið hevur fingið við ríkislóg ella kongligari fyriskipan verða ásettar við løgtingslóg, ella í øðrum førum ásetir landsstýrið tær. Heimild givin heimastýrinum í kunngerð frá ráðharra ríkisins, er hjá landsstýrinum (§ 50).

Landsstýrið umboðar heimastýrið fyri ríkismyndugleikunum (§52) eftir somu mannagongd, sum er galdandi víðvíkjandi altjóða sáttmálum.

Eftirlit við landsstýrinum
Tað er ikki bara løgmaður, sum hevur eftirlit við landsstýrinum. Sambært grein 38 í Stýrisskipanarlógini, setir løgtingið eina trímannanevnd at hava eftirlit við, at landsstýrismenn útinna starvið á lógligan hátt.

Trímannanevndin ella 2/5 av tingmanningini kunnu krevja, at ein kanningarstjóri verður settur at kanna eitt ávíst mál. Kanningarstjórin skal síðan gera eina frágreiðing til løgtingið, um alt er farið fram á lógligan hátt.