Stjórnarsamskipan

Løgmaður hevur ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting. Løgmaður samskipar starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar.

Stjórnartænastan situr fyri samskipan og eftirliti løgmans. Stjórnartænastan umsitur landsstýrisfundir, løgmansfundir, stjóraráðsfundir og annað virksemi, ið hevur at gera við samskipan. Harumframt er ábyrgdarøkið at standa fyri tvørvegis verkætlanum millum stjórnarráðini.