Um lógartænastuna

Lógartænastan hevur fakligu ábyrgdina av løgmálum, sum fevnir um bæði lóggávu, sum er undir føroyskum málsræði, og so ríkislóggávu.

Føroysk lóggáva: Løgmál, sum eru undir føroyskum málsræði, verða løgd fyri Løgtingið sum uppskot til løgtingslógir, og nærri reglur verða ásettar í kunngerð. Hetta er lóggáva um umsitingarvaldið og kunngering, lóg um alment innlit, fyrisitingarlóg, persónsupplýsingarlóg, innsavnan og burturlutan, lóg um Ítróttarvedding, finningargóðs, vápnalóg, eitur, lóg um endurgjald, ekspropriatión til serlig endamál, serstakar ásetanir um serliga tíðarrokning, brúkaravernd í samband við at keypa og selja fastogn, fjølmiðlaábyrgd, sjónvarpseygleiðing, lóggáva kring uppboðssøluhaldarar, vaktarvirksemi, ikki vinnurekandi grunnar, revsilóggávan og fíggjarrættur (keyp, avtalur, fyrning, skuldarbrøv, check, brúkaraavtalur, produktábyrgd).

Ríkislóggáva: Nøkur løgmál eru undir donskum málsræði, og lóggáva á hesum økjum verður tí løgd fyri Løgtingið sum uppskot til ríkislógartilmæli. Hesi løgmál eru brotsmálaumsorgan, heimarættur danska ríkisins, Hægstirættur danska ríkisins, løgregla og ákærumyndugleiki, pass, rættargangur og sakførarastarvssemi.

Lógardygd: Undir løgmál er eisini ráðgeving av øðrum aðalráðum í lógartøkniligum spurningum. Heruppí er eftirkanning av lógaruppskotum og kunngerðum, sum aðarlráðini senda lógartænastuna á Løgmansskrivstovuni.
Til hetta arbeiðið eru gjørdar rundskriv og leiðbeiningar, sum verða brúktar sum grundarlag fyri eftirkanning og uppskotum til lóg og kunngerð.

Logir.fo er ein tænasta til borgaran, vinnulív, stovnar og aðrar myndugleikar, har tað ber til umvegis internetið skjótt at kunna seg um galdandi lóggávu í Føroyum. Sí: www.logir.fo

Kunngerðablaðið: Í Kunngerðablaðnum skulu allar rættarreglur lýsast, sum skulu galda í Føroyum. Føroysk lóggáva verður lýst í Kunngerðablaði A, meðan ríkislóggáva verður lýst í B-blaðnum. Síðani 1. januar 2013 er Kunngerðablaðið talgilt og sæst á Kunngerðaportalinum.

Seinast kunngjørt