Freistir fyri at lata Løgtinginum uppskot í tingsetuni 2019

 

Lógaruppskot (gildiskoma 1. januar 2020):

  • 7. oktober: Seinasta freist at lata lógartænastuni uppskot til eftirkanning.
  • 16. oktober kl. 9.00: Seinasta freist at lata Løgmansskrivstovuni uppskot.
  • 28. oktober kl. 12.00: Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskot.
  • Innan 5. november: Uppskot til løgtingslógir, sum skulu fáa gildi 1. januar, skulu vera løgd fram (framløga verður 4. november).

 

Lógaruppskot (fyri at verða viðgjørd í hesi tingsetuni):

  • 3. februar: Seinasta freist at lata lógartænastuni uppskot til eftirkanning.
  • 12. februar kl. 9.00: Seinasta freist at lata Løgmansskrivstovuni uppskot.
  • 28. februar kl. 12.00: Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskot.
  • Innan 8. mars: Uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar skulu vera løgd fram.

 

Uppskot til fíggjarlóg fyri 2020:

  • 26. september kl. 12.00: Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskotið til fíggjarlóg og fylgilógaruppskot.
  • Innan 1. oktober: Fíggjarlógaruppskotið og fylgilógaruppskot skulu vera løgd fram (framløgan verður 30. september).

 

Uppskot til játtanarkarm:

  • 20. mars kl. 9.00: Seinasta freist at lata Løgmansskrivstovuni uppskotið.
  • 24. mars kl. 12.00: Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskotið.
  • Innan 1. apríl: Uppskot til játtanarkarmar fyri fíggjarlóg 2021 skal vera lagt fram (framløgan verður 31. mars).

 

Eftirkanning og ummæli

Øll uppskot skulu vera eftirkannað á lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni, áðrenn tey verða sett á skrá til politiskan landsstýrisfund. Lógaruppskotini skulu eisini hava verið til ummælis hjá viðkomandi pørtum, áðrenn tey verða send til eftirkanning, so at viðmerkingarnar frá ummælispørtunum eru viðgjørdar av viðkomandi stjórnarráði áðrenn eftirkanningina.

 

Mannagongdir

Í uppritinum “Samskipa politisk mál” er skipan og mannagongd viðv. landsstýrisfundum ásett. Sí uppritið á tinganes.fo her.

Mannagongdir hjá Løgtinginum viðv. løgtingsmálum og freistum er her.

Seinast kunngjørt