Rundskriv um lógarsmíð

Í hesum rundskrivi er ásett, hvussu løgtingslógaruppskot og broytingaruppskot skulu orðast og setast upp. Krøv til innihaldið í viðmerkingum til hesi uppskot verða eisini ásett. Rundskrivið fevnir eisini um orðingar í og uppseting av kunngerðum og broytingarkunngerðum.

Harumframt er ein serstakur partur um uppseting av ríkislógartilmælum og ein serstakur partur um uppseting av uppskotum til samtyktar frá landsfyrisitingini. Ein partur er um serstakan lóggávuhátt til ávísar ES-rættarreglur og ávísar kunngerðir, og at enda er eisini ein serstakur partur um uppseting og nýtslu av rundskrivum og ein serstakur partur um uppseting og nýtslu av leiðbeiningum.

Við hesum rundskrivi eru mestsum allir tættir innan lógarsmíð nú samlaðir á einum staði.

Rundskriv um lógarsmíð

    Seinast kunngjørt