Løgrit

Ætlanin við løgritunum er at fáa ymisk løgfrøðilig evni lýst á føroyskum máli og úr einum føroyskum sjónarhorni.

Tað kann vera ein lýsing av ávísum løgfrøðiligum evni ella fyribrigdi, t.d. um kreppulóggávu, um gongd í haga ella annað evni, sum eitt embætisfólk heldur er áhugavert at lýsa og kunna onnur um. Kanska er eisini okkurt serføroyskt fyribrigdi, sum tað hevði verið áhugavert at skriva um.

Tað kann eisini vera ein breiðari lýsing av lóggávuni innan ávíst fakøki, t.d. almannalóggáva, fiskivinnulóggáva, skúlalóggáva o.tíl. Her kann í løgritinum t.d. verða upplýst, hvat endamálið er við fakligu lóggávuni, hvørjar meginreglur lóggávan er grundað á, hvussu umsitingin er skipað o.a.

Tað er lógartænastan, sum gevur út løgritini, men øll embætisfólk í stjórnarráðunum og teirra stovnum, sum hava serligan kunnleika innan ávist fakøki ella til eitt ávíst fakligt evni kunnu skriva løgrit.

Vónin er at løgritini við tíðini fara at vera við til at lýsa føroyskt lóggávu og fyrisiting.


Løgrit 1: Løgfrøðilig støðumynd av COVID-19 kreppulógunum, sum eru settar í gildi í tíðarskeiðnum 18. mars 2020 til 7. apríl 2020

Endamálið við løgritinum er at gera eina løgfrøðiliga støðumynd eftir, at Løgtingið hevur samtykt 11 kreppulógir, og at lýsa løgfrøðiligar avbjóðingar, sum stinga seg upp av kreppulóggávuni.