Eftirkanning

Sambært rundskrivi um eftirkanning skulu øll uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli, uppskot til samtyktar og allar kunngerðir, sum landsstýrið letur úr hondum, eftirkannast.

Øll uppskot skulu saman við viðkomandi tilfari sendast til: eftirkanning@lmr.fo

Ein eftirkanning av einum lógaruppskoti er seinasti liður í tilgongdini at gera eitt lógaruppskot.

Við eftirkanningin í lógatænastuni verður serliga hugt eftir, um uppskot til løgtingslógir og annað, sum skal leggjast fyri tingið, lúka formligu krøvini til innihaldið í løgtingslógaruppskotum og ríkislógartilmælum, sum eru ásett í § 37 í Tingskipan Føroya Løgtings og rundskrivinum um lógarsmíð.

Eitt heimildareftirlit

Lógartænastan fremur eitt heimildareftirlit sum inniber, at tað verður kannað, um aðalráðið hevur málsræði at gera lógaruppskot, sum skotið upp, og um løgtingslógaruppskotið er sambæriligt við lóggávu, sum lógartænastan varðar av. Hetta eru lógir sum grundlógin, heimastýrislógin, stýrisskipanarlógin, fyrisitingarlóggávan, evropeiski mannarættindasáttmálin o.a.

Eftirkanna lógartekst og viðmerkingar

Harumframt verður serliga hugt eftir ásetingum um heimildir til umsitingina, revsireglum, gildiskomureglum, afturvirkandi gildi o.l. Eisini verður eftirkanna at lógartekstur og viðmerkingar samsvara, og at tað ikki verður lóggivið í viðmerkingunum.
Lógartænastan kannar eftir, um løgtingslógaruppskotini eru sett upp eftir tí leisti, ið verður brúktur í miðfyrisitingini, og um lógaruppskotini annars lógartøkniliga eru í lagi.

Eftirkanningin er ikki ein málslig eftirkanning, men kannað verður, um uppskotið lýkur treytirnar í rundskrivinum til almennu viðmerkingarnar um at vera orðaðar á ein slíkan hátt, at øll uttan serligt fakligt innlit skulu vera før fyri at skilja uppskotið. Tí ger lógartænastan vart við, um lógarteksturin ella viðmerkingarnar verða hildnar at vera torskildar ella ógreiðar.

Avmarkað eftirkanning

Lógartænastan eftirkannar ikki um materiella innihaldið í einum lógaruppskoti ella uppskoti til kunngerð e.ø. er í lagi, og kannað verður ikki, um ítøkiliga uppskotið er sambæriligt við lóggávu ella rættaraðalreglur ella millumtjóða sáttmálar á tí málsøkinum, sum uppskotið viðvíkur. Hetta er av teirri nattúrligu orsøk, at lógatænastan ikki kann hava nágreiniliga vitan um tey rættarøki, sum lógaruppskotini hjá hinum ráðunum viðvíkja. Hesi viðurskifti hevur fakaðalráðið einsamalt ábyrgdina av.

Lógartænastan eftirkannar ikki fíggjarlógaruppskot og eykafíggjarlógaruppskot, heruppií átekningar (tekstanmærkninger). Hesi viðurskifti eru undir málsræði hjá Fíggjarmálaráðið.

Vart skal her verða gjørt við, at eftirkanningin, sum verður gjørd av lógartænastuni, er ikki eins víðfevnd sum tann eftirkanningin, sum løgtingsumsitingin ger sbrt. § 22, stk. 1, nr. 6 í tingskipan løgtingsins, har tað er ásett, at løgtingsumsitingini “ansar eftir, at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt”.

Eftirkanna eisini kunngerðir

Lógartænastan eftirkannar eisini uppskot til kunngerðir.

Tá verður fyrst og fremst hugt eftir, um neyðug heimild má metast fyri kunngerðini. Eisini verður kannað, at kunngerðin ikki ásetir víðari ella strangari reglar, enn heimildarlógin loyvir. Í aðra mátar er innihaldið av eftirkanningini tað sama sum við eftirkanning av lógaruppskotum.

Seinast kunngjørt