
Lógarsmíð
Lógartænastan ráðgevur øðrum aðalráðum í lógartøkniligum spurningum. Heruppí er eftirkanning av lógaruppskotum og kunngerðum, sum aðalráðini senda lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni.
Til hetta arbeiðið eru gjørd rundskriv og leiðbeiningar, sum verða brúkt sum grundarlag fyri eftirkanning og uppskotum til løgtingslógir og kunngerðir.