Løgmaður er ovasta umboð Føroya, samskipar starv landsstýrisfólksins og hevur eftirlit við teimum. Eisini umsitur løgmaður yvirtøkumál og yvirskipaðu viðurskifti Føroya mótvegis Danmark. Løgmaður umsitur kærumál, løgmál, persóns-, húsfólka- og arvarætt, persónupplýsingarmál, og ráðgevur øðrum landsstýrisfólkum í lógartekniskum spurningum.
Løgmaður hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:
1) Dátueftirlitinum.
2) Føroya Kærustovni.
3) Ítróttarvedding Sp/F.
4) Norðuratlantsbryggjuni, vinnurekandi grunnur.