Búmerkið hjá Vakstrarforum

Búmerkið "Vakstrarforum" merkir í stuttum vøkstur, burðardygd, búskaparlig uppreisn, realismu og virkishug.

Bókstavurin V sipar til vøkstur.

Bókstavurin er eisini eitt grasstráð og grøni liturin sipar til burðardygd.

Sum avleiðing av koronukreppuni hevur føroyski búskapurin fingið eitt V-skap. Tí kann V’ið eisini sigast at umboða eina búskaparliga uppreisn

Bókstavurin líkist eisini einum flugubeini, sum sipar til, at verkætlanin er jarðbundin, har úrslitið skal verða ítøkiligt og realistiskt.