Endamál og arbeiðssetningur

Nevndin skal í tøttum samstarvi við politisku skipanina greina, viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum. Arbeiðið byggir á fakligar greiningar, brúkarakanningar og samanberingar við aðrar skipanir. Nýskipanirnar skulu grundast á haldføri, javnrættindi og skynsama gagnnýtslu av tilfeingi.

Nevndin fær hjálp frá nýskipanarskrivstovuni, ið er skipað í Fíggjarmálaráðnum. Skrivstovan skal stuðla nevndini við greiningum og fakligari ráðgeving.

Nevndin gevur leypandi tilmæli til politisku skipanina um nýskipanir.

Niðanfyri kanst tú geva Nýskipanarnevndini títt uppskot til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.

Títt uppskot

Nevndarlimir

· Finn Danberg, formaður 

· Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

· Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri

· Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera

· Suni Justinussen, forstjóri í Magn

· Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali