Almennar nevndir og ráð

Løgmansskrivstovan hevur savnað nógvar upplýsingar um nevndir og ráð, sum landsstýrið á ein hvønn hátt varðar av.

Endamálið við arbeiðinum er at útvega eitt heildaryvirlit yvir hetta økið og tryggja opinleika og gjøgnumskygni.

Ljóskastarin verður javnan settur á hetta økið. Tørvur er á yvirliti, sum javnan verður dagført.

Nevndarupplýsingarnar, sum nú eru tøkar á tinganes.fo, verða dagførdar javnan. Stjórnarráðini hava skyldu at boða Løgmansskrivstovuni frá nevndarbroytingum.

Nevndirnar eru rættiliga fjølbroyttar og hava rættiliga ymisk virkisøki.

Nógvar nevndir og ráð hava týdning fyri rættarsamfelagið, tryggja sakligar og væl grundaðar avgerðir og holla ráðgeving.

Upplýsingarnar, sum eru savnaðar og almennar, eru gott grundarlag fyri at endurskoða nevndarøkið og gera broytingar.

Bólkingar
Nevndirnar eru sera fjølbroyttar. Fyri at fáa eitt gott yvirlit, verða fimm bólkingar av nevndum og ráðum nýtt. Bólkingarnar eru hesar:

o Kærunevndir (t.d. Kærunevndin í almanna- og heilsumálum)
o Óheftar nevndir, sum hava lógarheimild til at taka sjálvstøðug stig, eitt nú eftirlit (t.d. Høvuðsbarnaverndarnevndin)
o Umsóknarnevndir (t.d. Mentanargrunnur Landsins)
o Ráð og ráðgevandi nevndir, sum ikki taka fyrisitingarligar avgerðir, men sum geva øðrum myndug­leika, ofta landsstýrismanni, ráð um, hvussu ein skal bera seg at í serstøkum sum almennum málum (t.d. Fiskivinnuráðið og Demokratia)
o Nevndir, sum fyrisita sjálvstøðuga, løgfrøðiliga eind, stovnsetta av tí almenna, privatum ella báðum í felag, eitt nú partafeløg (t.d. P/F Føroya Tele og Framtaksgrunnurin)

Fundarpeningur
Rættiliga vanligt er, at nevndarlimir fáa fundarpening. Galdandi upphæddir eru hesar (frá 01.01.2021):
Fundir styttri enn 3 tímar: 616 kr
Millum 3 og 5 tímar: 1.233 kr
Longri enn 5 tímar: 1.849 kr

Nakrar niðurstøður og lyklatøl
- 148 nevndir og ráð eru sambært dátugrunninum hjá Løgmansskrivstovuni (kirkjuráðini eru ikki tald við)
- 746 nevndarsessir eru sambært dátugrunninum (kirkjuráðini eru ikki tald við)
- Samsýningarnar í almennum partafeløgum eru munandi hægri enn í øðrum nevndum
- Umhvørvis-og vinnumálaráðið er ráðið, ið varðar av flestum nevndum (60) og nevndarsessum (266)
- Árligu føstu samsýningarnar eru umleið 12,3 mió kr. (2022)
- Nógv fleiri menn enn kvinnur sita í nevndarsessunum (62% menn, 38% kvinnur)
- Fleiri kærunevndir eru, sum ikki eru knýttar til Føroya Kærustovn.

Yvirlit yvir kynsbýti, bólkað undir stjórnarráðini, sæst her.

Upplýsingar úr dátugrunninum
Nevndardátugrunnurin hjá Løgmansskrivstovuni inniheldur nógvar ymiskar upplýsingar um nevndirnar. Nevnast kunnu t.d. upplýsingar um endamál, lógargrundarlag, stovnan, nevndarvalskeið, nevndarlimir og samsýningar/fundarpening. Útskriftir frá dátugrunninum geva gott innlit í eina røð av upplýsingum um nevndirnar.

Her eru nakrar útskriftir:
- Yvirlit yvir, hvørjar nevndir hoyra til ymisku stjórnarráðini Trýst her.
- Nevndir og ráð skipað í bólkum Trýst her.
- Yvirlit yvir nevndir, limir og samsýningar (bólkað eftir stjórnarráðum) Trýst her.
- Yvirlit yvir nevndir og endamál Trýst her.
- Allir nevndarlimir (í stavrað), nevndarheiti og samsýningar Trýst her.

Yvirlit yvir upplýsingar um endamál, lógargrundarlag, stovnan, limir v.m.:

Løgmansskrivstovan

Fíggjarmálaráðið

Fiskimálaráðið

Heilsumálaráðið

Uttanríkis- og mentamálaráðið

Almannamálaráðið

Umhvørvis- og vinnumálaráðið

Viðm. til nevndarupplýsingar:
Í yvirlitinum eru ikki bert nevndur og ráð tikin við, sum landsstýrið hevur stovnað. Í yvirlitinum eru t.d. nevndir og ráð, sum landsstýrið ikki hevur sett á stovn, men velur t.d. umboð ella hevur fíggjarlig áhugamál í nevndunum.
Í yvirlitinum er tal av kirkjuráðum og kirkjuráðslimum við. 60 kirkjuráð eru. 366 fólk manna kirkjuráðini.

Skjølini við útskriftum úr dátugrunninum, verða javnan dagførd. Skjølini vórðu seinast dagførd 06.07.2022.


Løgmansskrivstovan