Stjórnarsamskipan

Løgmaður hevur ábyrgd av stýrisskipanarmálum og fyrisiting. Løgmaður samskipar starv landsstýrismanna og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfundar.

Ritara- og stjórnartænastan situr fyri samskipan og eftirliti løgmans. Ritara- og stjórnartænastan umsitur landsstýrisfundir, løgmansfundir, stjóraráðsfundir og annað virksemi, ið hevur at gera við samskipan.