Tíðarfreistir og tíðarætlanir fyri løgtingslógaruppskot í tingsetuni 2026
Tingsetan byrjar ólavsøkudag og endar á ólavsøku árið eftir.
Tíðarætlan fyri uppskot við gildiskomu 1. januar 2027
Hvat skal henda? | Freist |
|---|---|
Seinasta freist at lata lógartænastu uppskotið til eftirkanning | 5. oktober 2026 |
Seinasta freist at lata LMS uppskotið til landsstýrisfund | 14. oktober 2026 |
Seinasti politiski landsstýrisfundur, áðrenn freistina | 20. oktober 2026 |
Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskot * | 21. oktober 2026 |
Framløga í tinginum | Áðrenn 5. november 2026 (tvs. 4. november) |
Gildiskoma | 1. januar 2027 |
*Tá ið uppskot eru eftirkannað av løgtingsumstingini, verða tey send á formligan landsstýrisfund.
Tíðarætlan fyri at verða viðgjørd í tingsetuni 2027
Hvat skal henda? | Freist |
|---|---|
Seinasta freist at lata lógartænastu uppskotið til eftirkanning | 1. februar 2027 |
Seinasta freist at lata LMS uppskotið til landsstýrisfund | 10. februar 2027 |
Seinasti politiski landsstýrisfundur, áðrenn freistina | 16. februar 2027 |
Seinasta freist at lata løgtingsumsitingini uppskot * | 19. februar 2027 |
Framløga í tinginum | Áðrenn 8. mars 2026 (tvs. 5. mars) |
*Tá ið uppskot eru eftirkannað av løgtingsumstingini, verða tey send á formligan landsstýrisfund.
Ger tær tína egnu tíðarætlan her.
Eftirkanning og ummæli
Øll uppskot skulu vera eftirkannað á lógartænastuni í Løgmálaráðnum, áðrenn tey verða sett á skrá til politiskan landsstýrisfund. Lógaruppskotini skulu eisini hava verið til ummælis hjá viðkomandi pørtum, áðrenn tey verða send til eftirkanning, so at viðmerkingarnar frá ummælispørtunum eru viðgjørdar av viðkomandi stjórnarráði áðrenn eftirkanningina. Somuleiðis skulu lógaruppskotini hava verið til hoyring hjá samgonguflokkunum, áðrenn tey verða løgd fyri tingið.
Mannagongdir
Í uppritinum “Samskipa politisk mál” er skipan og mannagongd viðv. landsstýrisfundum ásett. Sí uppritið á tinganes.fo her.
Mannagongdir hjá Løgtinginum viðv. løgtingsmálum og freistum er her.