Løgmansskrivstovan tænir løgmanni í at skipa landsstýrisarbeiðið og hevur ábyrgdina av at fyrireika, fremja og hava eftirlit við teimum uppgávum, sum løgmaður hevur samsvarandi stýrisskipanini. Tær eru samskipan og fyrisiting. Løgmaður fyrisitur eisini eigarapolitikkin hjá landinum.