03.12.2017 · Løgmansskrivstovan

Røða: Løgmaður setti altjóða brekdagin

Røða: Løgmaður setti altjóða brekdagin

Seinnapartin í dag setti Aksel V. Johannesen, løgmaður, altjóða brekdagin, sum verður hildin í Løkshøll.

Røða kann lesast niðanfyri:

Góðu tit øll

Takk fyri at eg eri boðin til hendan serliga dagin,

har vit fáa høvi at læra um, hvussu ymisk vit menniskju eru.

Tað er gott hjá okkum øllum at verða mint á.

***

Eg eri biðin um at hugleiða eitt sindur um tvey orð.

“Lívskvalitet” og “Inklusjón”.

At sýna til er tað ein løtt uppgáva hjá einum

politikara at tosa 5 minuttir um tvey orð.

Men akkurát hesi bæði orðini eru ikki heilt so løtt at fáast við.

Tí lívskvalitetur – ella lívsgóðska – hvat er tað í grundini?

Og inklusjón – hvat er tað í grundini?

Kann man yvirhøvur tosa um lívsgóðsku og inklusjón

í breiðum høpi? Tí er tað ikki individuelt?

Hongur tað ikki saman við, hvat vit sum

einstaklingar hugsa og halda?

Eg kann jú halda, at okkurt er framúr gott,

sum onkur annar heldur vera alt annað enn gott.

Og øvugt.

Ella... er tað ein størri samanhangur,

har øll menniskju onkursvegna kunnu semjast um,

hvat ger lívið gott? Og nær tey veruliga eru inkluderað?

***

Um vit zooma eitt sindur út frá einstaklinginum,

fyri at royna at koma “lívsgóðsku” og “inklusjón”

eitt sindur nærri, so hava vit kanska lyndi

til at hugsa um hugtøk sum:

“samfelag fyri øll”, “nøktandi karmar”,

“hóskandi avbjóðingar”, “virðiligar umstøður” osfr.

Hetta eru alt góð og vælmeinandi hugtøk..

men... siga tey í grundini nakað um lívsgóðskuna ella um inklusjón?

Nei! Tað gera tey faktiskt ikki!

***

Og hvat ger man so? Jú, tá man ivast í orðum,

so er bara eitt at gera, og tað er at sprota tey.

Og Sprotin sigur, at lívsgóðska merkir:

”tey sonnu virðini í lívinum” 

”Tey sonnu virðini í lívinum!” Tað er lívs-góðska.

Og hartil kann eg siga tykkum,

at “góðska” sambært Sprotanum til dømis kann merkja:

”góðvild, tokki, kærleiki”.

Og hvat er felags fyri hesi orðini, góðvild, tokki, kærleiki?

Jú – tey eru ikki grundað á karmar ella lógir ella reglur

– nei, tey eru øll grundað á menniskjansligar relatiónir.

Um sambandið ímillum menniskju.

Tað er altso sambandið við onnur menniskju,

sum er avgerandi fyri, um vit halda lívið vera gott.

Tað, at vit kenna góðvild.

At onnur sýna góðan vilja ímóti okkum og vilja okkum tað besta.

Tað, at vit kenna tokka.

At onnur eru góð við okkum og sýna okkum vælvild.

Tað, at vit kenna kærleika.

At onnur sýna heitar kenslur fyri okkum og elska okkum

- bara tí, at vit eru til.

Tað ljóðar kanska sum eg siteri burturúr eini tjúkkari,

klókari bók um lívið – men hetta er sprotin.fo, tit!

Og sprotin hevur jú púra rætt.

Hetta eru tey sonnu virðini, hetta er lívsgóðska.

At onnur eru góð við okkum og vilja okkum væl.

***

Orðið inklusjón stendur ikki í Sprotanum,

men tað ger hinvegin orðið: at inkludera.

Og har er frágreiðingin stutt og greið:

Tað, at telja við. Tað, at rokna uppí.

Tað, at fevna um.

Og eg trúgvi ikki, at vit fáa eina betri allýsing

enn akkurát hesa fyri orðið “inklusjón”:

at øll skulu telja við. Vit skulu rokna øll uppí.

Vit skulu fevna um øll.

Tað er lættari sagt enn gjørt.

Tað vita tit, eins væl og eg.

Tað eru ein rúgva av hugtøkum, kørmum, lógum og nevndum,

sum hava til endamáls, at:

fyri tað fyrsta bøta um korini hjá fólki, sum hava serligar avbjóðingar.

Og fyri tað næsta at tryggja inklusjón.

Tað er gott. Viljin er góður.

Men vit hoyra ofta, at tað kennist,

sum fólkini skulu passa til reglurnar,

heldur enn at tað eru reglurnar,

sum skulu lagast til fólkini.

Tit kenna tað nokk aftur.

Og tað er kanska nakað um tað.

Tí tað er tungt og stirvið at arbeiða við lógum og reglum.

Men eg hugsi, at um vit hava hetta einfalda,

men tó so vigtiga grundarlagið uppá pláss,

tey sonnu virðini – so kann tað eisini ávirka lógarsmíðið.

At tað sæst aftur, at vit vilja teimum føroyingum,

sum stríðast við ymsar avbjóðingar, tað allar besta.

At vit sýna teimum vælvilja. At vit eru góð við tey.

At tey eisini telja við, og at vit fevna um tey.

Ofta er tað tað mest einfalda, sum flytir mest.

Og ofta hava vit kanska lyndi til at fløkja okkum

so langt inn í paragraffir og reglur,

at vit gloyma tað mest einfalda.

Og tí er tað so sera týdningarmikið,

at tit skipa fyri døgum, sum hesum.

At tit siga tykkara søgur,

og at tit gera vart við,

at tá tað kemur til grundleggjandi lívsvirði,

tá hava vit øll sama tørv og ynski.

***

Eg byrjaði við at siga, at dagar,

sum hesir, læra okkum,

hvussu ymisk vit øll eru.

Tey orðini vil eg fegin taka í meg aftur.

Tí í grundini prógva dagar,

sum hesir, hvussu EINS vit øll eru.

Tó at korini eru ymisk.

Og fyri okkum,

sum ikki hava nakran við breki í nærsambondunum,

er tað ein sera týdningarmikil áminning.

Enn einaferð stóra takk fyri – og góða eydnu við degnum.