24.04.2018 · Løgmansskrivstovan

Revsilógin dagførd og føroyskað

Revsilógin dagførd og føroyskað

REVSILÓGIN: Arbeiðið at føroyska alla revsilógina er væntandi liðugt í 2022.

Fleiri týðandi partar í revsilógini eru nú á føroyskum. Í sama viðfangi eru fleiri dagføringar eisini gjørdar.

Í gjár samtykti eitt einmælt Løgting at broyta kapittul 25 – 29 í revsilógini. Hesir kapitlar fevna um hesi brotsverk:

-          Kapittul 25: Brotsverk ímóti lívi og likami

-          Kapittul 26: Brotsverk ímóti persónliga frælsinum

-          Kapittul 27: Ónáðir og ærumeiðing

-          Kapittul 28: Fíggjarbrotsverk

-          Kapittul 29: Serligar ásetingar viðvíkjandi løgfrøðiligum persónum

Broytingin ber í fyrstu syftu við sær, at kapittul 25 – 29 nú eru á føroyskum. Hetta hevur samstundis við sær, at nýggjar føroyskar orðingar eru gjørdar á revsirættarliga økinum. Dømi um hetta er “fæloynd” (hæleri), “finningsbrot” (ulovlig omgang med hittegods) og “sýnisrættargerð” (proformarethandel)

Fleiri neyðugar dagføringar eru í sama viðfangi gjørdar í revsilógini.

Høvuðsbroytingarnar í lógaruppskotinum eru hesar:

  • Revsiramman fyri menniskjahandil veksur úr 8 ár upp í 10 ár.
  • Persónar, ið bera brek, vera framyvir sum persónsbólkur fevndir av verjuni móti haturstalu.
  • Ásetingin viðvíkjandi ósonnum ella villleiðandi upplýsingum í sambandi við rindan ella afturrindan av tolli, avgjøldum, tilskoti ella stuðli frá føroyskum ella donskum myndugleikum verður víðka til eisini at fevna um ES stovnar.
  • Í sambandi við herverk verður ásett, at tað skal roknast sum skerpandi umstøður, um brotið er framt í sambandi við grovar almennar ónáðir.
  • Revsiramman fyri at breiða út skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum kunnu ávirka prísin á virðisbrøvum ella tílíkum ognum munandi, veksur til fongsul í upp til 6 ár, um talan er um serliga skerpandi umstøður.
  • Nýggj áseting um grov brot á virðisbrævahandilslógina í sambandi við innherjahandil og kursmanipulasjón
  • Revsiramman fyri at mutra ein gerðarrættardómara ella sum gerðarrættardómari at taka ímóti mutri, veksur til fongsul í upp til 4 ár.

Tað var á heysti í 2015, at Løgtingið heitti á landsstýrið um at fara undir at føroyska og dagføra revsilógina. Talan er um eitt sera umfatandi og tíðarkrevjandi arbeiði. Av somu orsøk verður arbeiðið gjørt í smærri pørtum.

Arbeiðið at føroyska alla revsilógina er væntandi liðugt í 2022.