20.02.2018 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður valt limirnar í Føroya váðaráði

Løgmaður valt limirnar í Føroya váðaráði

VÁÐARÁÐIÐ: Limir verða valdir at sita í 4 ár og kunnu verða valdir aftur í mesta lagi 3 ferðir.

Løgmaður hevur nú valt limirnar, ið skulu manna Føroya váðaráð komandi fýra árini. Tað er ásett í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð, at tað løgmaður, ið velur limirnar.

Teir fimm limirnir eru:

Malan Johansen, stjóri, Landsbanki Føroya (føddur formaður í váðaráðnum).

Jesper Rangvid, professari í fíggjarfrøði, Copenhagen Business School.

Björn Rúnar Guðmundsson, deildarstjóri, Hagstofa Íslands.

Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri, Fíggjarmálaráðið.

Jógvan Thomsen, stjóri, Vinnustovnurin.

Løgmaður velur limir og varalimir í Føroya váðaráð eftir tilmælum frá myndugleikum, ið virka fyri fíggjarligum støðufesti í Føroyum.

Limir verða valdir at sita í 4 ár og kunnu verða valdir aftur í mesta lagi 3 ferðir.