12.02.2021 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður raðfestir burðardyggan vøkstur

Løgmaður raðfestir burðardyggan vøkstur
1 / 4

Fyrrpartin í dag hevði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sín fyrsta fund í Vakstrarforum, ið er ein arbeiðsbólkur, sum skal virka fyri burðardyggum virðisvøkstri í føroyska samfelagnum.

Á fundinum umrøddi Vakstrarforum, hvørji høvuðsøki í samfelagnum eru mest uppløgd at arbeiða meira nágreiniliga við, og sum harvið skulu raðfestast politiskt. Ein niðurstøða av fundinum var, at Vakstrarforum beinanvegin eigur at arbeiða við havinum sum vakstrarøki. Vakstrarforum er samt um at viðgera nærri, hvussu enn størri virði kunnu gagnnýtast úr havinum á ein burðardyggan hátt, og hvussu hetta best gerst tættur í einum ringbúskapi. Á næsta fundi verður hetta viðgjørt nærri, samstundis sum onnur øki verða eyðmerkt at viðgera í Vakstrarforum.

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen var eina løtu gestur á fundinum gjøgnum video. Hann greiddi frá sínum royndum við at leiða ymisk forum.

"Føroyar skulu fyrireika seg til framtíðina. Vit skulu taka av teimum møguleikum, sum tøknin og sambandið við umheimin gevur okkum. Vælferðin kemur ikki av sær sjálvari. Tí havi eg sett eitt vakstrarforum á stovn, ið skal seta nøkur ýti. Við hesum stinga vit út í kortið og tryggja vælferðina í framtíðini" segði løgmaður eftir fundin.

Endamálið við Vakstrarforum er at birta upp undir virðisøking í siðbundnu vinnunum og alternativum framtíðarvinnum í Føroyum. Vakstrarforum er tíðaravmarkað til hálvt annað ár – tað skal virka frá februar 2021 til juni 2022, tá ið ítøkilig uppskot um virðisøking skulu vera komin burturúr.

Ein samanumtakandi frágreiðing verður eftir ætlan liðug á sumri 2022. Vakstrarforum er samansett av fólkum við servitan úr ymiskum vinnugreinum, arbeiðsmarknaði, gransking, íverksetan, orku, burðardygd og øðrum.

Í Vakstrarforum sita:

  • Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

  • Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum

  • Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum

  • Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum

  • Rúni M. Hansen, nevndarformaður í Tjaldur og Bakkafrost

  • Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum

  • Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands

  • Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum

  • Bartal Dulavík, sølu- og marknaðarstjóri í Hordafor

  • Rúnar Reistrup, stjóri í YunoJuno

  • Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

  • Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum og umboð fyri arbeiðstakarar