14.02.2024 · Løgmansskrivstovan

Løgmaður á trygdarráðstevnu í München

Løgmaður á trygdarráðstevnu í München

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 16. - 18. februar.

Hetta er 60. Árið, at ráðstevnan verður hildin, men fyrstu ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka.

Síðani ráðstevnan varð hildin fyrstu ferð í 1963, hevur aðalmálið verið “friður gjøgnum samrøðu”. Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar í mun til trygdar- og verjupolitikk.

Vit liva í einum alsamt meira óvissum heimi, har trygdar- og verjumál fylla meira og meira. Eisini her heima hjá okkum í Føroyum. At taka lut á eini ráðstevnu sum hesari styrkir fortreytirnar fyri at møta teimum avbjóðingum, ið standa fyri framman, við trygd og verju. Tað skal ikki vera nakar ivi um, at aðalmálið hjá Føroyum er, at trygd og støðufesti skulu valda í Norðuratlantshavi. Vit skulu samstarva miðvíst við hini sameindu í NATO fyri at varðveita trygd og støðufesti,”
Aksel V. Johannesen, løgmaður