19.04.2018 · Løgmansskrivstovan

Føroyar vilja styrkja samstarvið við Bretland

Føroyar vilja styrkja samstarvið við Bretland

FUNDUR: Landsstýrið leggur nógv fyri at fyrireika seg til broyttu umstøðurnar á serliga handils- og fiskivinnuøkinum.

Føroyar vilja framhaldandi hava eitt tætt og vælskipað samstarv við Bretland, nú bretar hava í hyggju at fara úr Evropasamveldinum.

Tað var greiði boðskapurin hjá løgmanni á fundi við George Eustice, ráðharra í fiskivinnumálum (Minister of State at the Department for Environment, Food and Rural Affairs) í Tinganesi fyrrapartin.

Á fundinum varð tosað um framtíðar strandarlandasamráðingar, framtíðar fiskivinnusamstarv og framtíðar handilssamstarv millum Føroyar og Bretland.

"Tað styttist í hvørjum til, at bretar eftir ætlan fara úr Evropasamveldinum. Landsstýrið leggur nógv fyri at fyrireika seg til broyttu umstøðurnar á serliga handils- og fiskivinnuøkinum. Bretski marknaðurin er millum størstu útflutningsmarknaðirnar hjá okkum, og tí er av stórum týdningi, at Føroyar og Bretland halda á við at styrkja samstarvið landanna millum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.