Vága- og Norðoyatunnilin

Undirsjóvartunlarnir hava gjørt Føroyar størri. Við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eru eini 85 prosent av føroyingum knýttir saman í eitt veganet. Tað hevur verið eitt stórt framstig fyri føroyska samfelagið sum heild – vinnuliga, mentanarliga og ikki minst fólksliga.

Í dag eru tunlarnir skipaðir undir einari felags umsiting. Løgfrøðiliga eru tunlarnir tó framvegis skipaðir í tvey sjálvstøðug almenn partafeløg við hvør sínari nevnd, egnum roknskapi o.s.fr.